Musikkstevna á Tvøroyri

Í ár er Tvøroyrar Hornorkestur vertur fyri Musikkstevnuni, ið verður dýrabiðidag 16. mai.

Á Musikkstevnuni hittast horn- og harmoniorkestur úr øllum Føroyum at spæla eina konsert hvør sær og saman.
Konsertin verður hildin í SALT kl. 13:30.

Fyrsta Musikkstevnan varð hildin í Vestmanna í 1966, og síðani tá hava orkestrini skiftst um at verið vertir, og verður hendan Musikkstevnan tann 59. í røðini.

Verið hjartaliga vælkomin til Musikkstevnuna á Tvøroyri.

Stuðlað tiltakinum hava:
Tvøroyrar Kommuna, Betri, Lions Club Suðuroy, Meginfelag Føroysk Hornorkestur og Mentanargrunnur Landsins, Suðuroyar Sparikassi, Bygma Suðuroy, Kirvi, Vágs Kommuna, Porkeris Kommuna, Hvalbiar Kommuna, Fámjins Kommuna, P/F Poul Michelsen, JSS og FK í Trongisvági.

Facebook viðmerkingar