Vágur: Cruiseárið byrjar sunnudagin

Nú sunnudagin kemur tað fyrsta av sjey ferðafólkaskipum (cruiseskipum) á Vág. Skipið eitur Seaventure.

Á heysti í 2022 varð avgjørt, at Vágs havn skuldi fara undir cruisevinnu. Ein ætlan varð orðað, og arbeiðið fór í gongd við at fáa samband við umboðsmenn, túr- og upplivingarveitarar og útlendsk reiðarí. Longu árið eftir kom eitt ferðafólkaskip, og í fjør kom aftur eitt skip.

Sjey skip í ár

Í ár koma sjey skip. Fyrsta av hesum kemur nú sunnudagin. Tað er Seaventure, ið kemur á Vág um 12-tíðina. Næsta skipið kemur 3. juni og tríggjar aðrar komur eru í mánaðinum. Síðani koma tvey skip fyrst í juli. Her ber til at síggja, hvørji skip koma og nær.

Ekspeditiónsskip

Flestu av skipunum, sum vitja Vág, eru smærri ekspeditiónsskip. Hetta er tilvitað og partur av ætlanini hjá Vágs havn. Ekspeditiónsskipini hava sum oftast ferðafólk umborð, ið eru áhugað í at uppliva útjaðarastaðir og náttúruna.

Tað er so gevandi at síggja, at miðvísa arbeiðið gevur ávøkstur, og at samstarvið millum partarnar er gott. Tað er mín vón, at handils- og matstovuvinnan verða ein góður viðspælari, og vilja geva okkara gestum bestu uppliving. Nógv heimavirkað vøra t.d bundin pløgg, bakstur, glaslist v.m verður virkað í Vági, og tað er upplagt at vísa gestunum hesar dýrgripir. Marin H. Gårdlykke, forkvinna í Havna- og vinnunevndini.

Poddur um Vágs havn

Fyrr í ár vitjaði Petur Zachariassen frá Portal.fo og tók upp ein podd um Vágs havn. Í poddinum, sum kann hoyrast her, verður m.a. tosað um arbeiðið við ferðafólkaskipum.

Facebook viðmerkingar