Útvika í Sumbiar kommunu

Í døgunum frá 19.05.2025 – 25.05.2025 verður útivika í Sumbiar kommunu. Ymisk tiltøk fyri alla familjuna verða á skránni, skrivar Sumbiar kommuna á heimasíðuni.

Skrá fyri útivikuna:

Mánadag 19.05.2025

Túrur í Kaspursholu, Gudmund Poulsen er frásøgumaður møtast við rulluportri eysturi í Akrabergi kl. 17:00.

Týsdagur 20.05.2025

Gongutúrur úr pollinum kl. 17.00 og Eystur í Akraberg, møguleiki er at vitja í savninum og vitanum.

Onsdagur 21.05.2025

Sumbiar Ítróttarfelag verður 85 ár og bjóða til motións rógving á Lopransfjørði, tey sum ikki rógva, fara gongutúr út á Akrar. Møtast við neysti kl. 17:00.

Tórsdagur 22.05.2025

Kondibingo møtast kl. 17: 00 í Samkomuhúsinum. Plátan kostar 10 kr. stk. Minnist til at hava bingo dubbara ella penn við. Og reiðan pening.

Fríggjadagur 23.05.2025

Gongutúrur úr Víkarbyrgi og heim til Sumba ella Lopra. Bussur heintar fólk við bygdarhúsið í Lopra kl. 17:00 og á Ólavfløtti kl. 17:15.

Leygardag 24.05.2025

Ruddingardagur
Byrja við morgunmati í Samkomuhúsinum kl. 10:00. Eftir at okur eru ferdig at rudda, grilla okur pylsur.

Sunnudag 25.05.2025

Útigudstænasta við minnisvarðan í Sumba, við Una Næs, dómpróvsti. Kirkjukórið Ljómur luttekur.
Aftaná gudstænastuna bjóðar Sumbiar kommuna til drekkamunn í Samkomuhúsinum.

Facebook viðmerkingar