Leiðandi húsavørður

Hevur tú gott yvirblikk og dugir tú at tilrættisleggja arbeiði? Ert tú samstarvssinnað/ur, handalig/ur og røkin? Hevur tú fíggjarligt skil? So ert tú tann, sum okur leita eftir!

Vágs Kommuna søkir eftir einum sjálvstøðum og dugnaligum leiðara til húsavarðatoymið.
Leiðandi húsavørðurin hevur eina breiða kontaktflatu, og tí er týdningarmikið, at tú dugir væl at samstarva og hevur hegni at leiða bæði upp- og niðureftir í einari politiskari skipan.

Vágs Kommuna bjóðar eitt spennandi og avbjóðandi starv við nógvum fjølbroyttum uppgávum. Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum byrjar skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur

  • Ábyrgd av umsjón og røkt av øllum bygningum og ognum hjá Vágs Kommunu.
  • Eftirlit við hita-, el- og luftskipanum saman við toyminum.
  • Leggja ætlanir fyri árligt eftirlit av bygningum og tekniskum skipanum.
  • Skipan av arbeiðinum hjá húsavarðatoyminum.
  • Leiðsla av øllum viðlíkahaldsarbeiði.

Førleikar

Okur vænta, at tú:

  • Hevur eina handverksútbúgving.
  • Hevur gott yvirblikk og dugir at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi.
  • Dugir væl at samskifta við borgarar og starvsfólk.
  • Kanst taka og grundgeva fyri avgerðum.
  • Hevur fíggjarligt skil og dugir at raðfesta og tilrættisleggja arbeiði.

Setanarviðurskifti

  • Talan er um eitt fulltíðarstarv, at byrja skjótast til ber ella eftir avtalu.
  • Leiðandi húsavørðurin vísir beinleiðis til tekniska leiðaran.
  • Starvsstaðurin er Vágs Kommuna, við høvuðssæti á Vágsvegi 30.
  • Umsøkjarin skal tola broytingar í starvi og starvssetan.
  • Løn- og setanartreytir sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið,
  • Føroya Handverkarafelag ella Landsfelag Handverkanna.
  • Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umsókn og upplýsingar

Nærri upplýsingar um starvið fært tú við at venda tær til Linn Mohr Augustinussen, tekniskan leiðara, á telefon 23 93 02 ella við telduposti á linn@vagur.fo.

Skrivlig umsókn við avriti av prógvi og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast inn her til okra HR-skipan, og vera okum í hendi í seinasta lagi 2. juni 2025.

Vágs Kommuna skilar sær rætt til at velja ímillum umsøkjararnar ella ongan at seta. Um ikki nóg nógvir umsøkjarar eru, skilar kommunan sær rætt til at søkja av nýggjum ella ongan at seta.

Vágs kommuna

Facebook viðmerkingar