Hvalbiar kommuna við frítíðarkortskipan 

Mynd: Niels Jacob Eysturberg

Hvalbiar Kommuna fegnast um at bjóða øllum borgarum í aldrinum 0-18 ár eina árliga upphædd á kr. 2.000 at nýta til lima- og luttøkugjald í ymiskum ítróttar- og frítíðarvirksemistilboðum. Endamálið við frítíðarkortskipanini er at stuðla børnum og ungum fíggjarliga í at vera virkin í frítíðarvirksemi.

Hvalbiar Kommuna skrásetir øll børn og ung upp til 18 ár at eiga kr. 2000 til lima- og luttøkugjøld árliga og fellur ónýttur peningur við árslok burtur. Nýggj upphædd á kr. 2000 verður síðani skrásett øllum teimum, ið lúka treytunum til frítíðarkortið.

Lima- og luttøkugjøld verða rindað á tann hátt, at ítróttarfeløg og aðrar frítíðarskipanir skráseta luttakaran við fullum navni og føðidato og fráboða luttøkuna til Hvalbiar Kommunu. Hvalbiar Kommuna tekur síðan limagjaldið av upphæddini hjá luttakaranum í frítíðarskipanini og avroknar við feløgini.

Higartil eru avtalur um frítíðarkortið gjørdar við Bóltfelagið Royn, Hvalbiar Sóknar Kappróðrarfelag, TB flogbólt, Tvøroyrar Bóltfelag, Tvøroyrar Borðtennisfelag, Suðuroyar Judofelag, FC Suðuroy, SuSvim, Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, Vágs Kappróðrarfelag og Optimist jollurnar.

Hvalbiar Kommuna treytar sær, at tá frítíðarkortið verður nýtt, skal felagið, sum stendur fyri virkseminum hava viðtøkur og nevnd. Virksemið skal fevna um minst 10 samanhangandi vikur.

Facebook viðmerkingar