
Fíggjarnevndin í Ríkisdegnum
Fíggjarnevndin hevur í døgunum 11.-17.mai 2025 verið á kunningarferð í Svøríki og Lettlandi.
Yvirskipaða endamálið við ferðini var at nema sær vitan og fáa íblástur um eitt nú fíggjarpolitiskt haldføri, arbeiðsvirkni og javnstøðu, og um hvussu atlit kunnu takast til hesi viðurskifti í arbeiðinum við fíggjarlóg.
Á ferðini vitjaði nevndin politiskar og fyrisitingarligar myndugleikar í báðum londunum, har høvi var at umrøða føroyskar avbjóðingar og fáa innlit í royndir og arbeiðshættir, sum kunnu vera viðkomandi í føroyskum høpi.
Vitjanin í Svøríki
Í Svøríki hevði nevndin eitt nú fund við fíggjarnevndina í Ríkisdegnum, umframt svenska Fíggjarmálaráðið og Almannamálaráðið. Har fekk nevndin kunning um fíggjarpolitikk umframt liðiligu barsilsskipanina í Svøríki; eitt øki, sum er serliga viðkomandi fyri Føroyar, her munurin á lívsløn millum kvinnur og menn er stórur.
Fundir vóru eisini við umboð fyri Sveriges kommuner och regioner um almenna búskapin, demografiskar trupulleikar og langtíðar planlegging.
Dentur lagdur á fíggjarpolitiskt haldføri og leiklutin hjá yrkisútbúgvingum í búskapinum á vitjanini í Lettlandi
Fíggjarnevndin hevði eitt nú fund við fíggjarnevndina í Saeima og Fíggjarmálaráðið, umframt SkillsLatvia og aðrar stovnar, har kunnað varð um, hvussu yrkisútbúgvingar eru skipaðar og fíggjaðar. Hetta seinna evnið hevur stóran týdning fyri føroyska búskapin, her tørvurin á faklærdari arbeiðsmegi er støðugt vaksandi.
Ferðin fevndi eisini um vitjan í VEF-mentanarhúsinum við serligum atliti at fígging, rakstri og íløgum. Hetta hevði áhuga í samband við føroyskar ætlanir um bygging av tjóðleikhúsi, og varð ljós varpað á ymiskar fíggingarmøguleikar og skipanir.
Vitjanirnar hjá Fíggjarnevndini vóru við til at skapa góð sambond umframt at týðandi vitan fekst til vega um, hvussu onnur lond, sum arbeiða miðvíst við eitt nú fíggjarpolitiskum haldføri, arbeiðsvirkni og javnstøðuspurningum, skipa seg.
Facebook viðmerkingar