
Sirið Stenberg er í Keypmannahavn, og hevur fyri løtu síðani undirskrivað eina heilsufrøðiliga avtalu við Brasil, ið merkir, at føroyska útflutningsvinnan innan fáar dagar kann útflyta til ein stóran nýggjan marknað.
Hetta eru stórtíðindi, at føroyskar fyritøku nú kunnu selja sína matvøru í heimsflokki til Brasil, ið telur 214 mió íbúgvar.
Okkara útflutningsvinna og Vinnuhúsið hava eftirspurt hesa avtaluna í eini 10 ár.
Nú er dagurin endiliga komin, at ein risa stórur marknaður er atkomiligur fyri okkara útflutningsvinnu.
Uttanríkis- og Vinnumálaráðið kemur við einari frágreiðing seinni í dag, og somuleiðis verður meira at frætta her á síðuni.
Vit fáa eina samrøðu við Sirið Stenberg, tá hon kemur heim aftur til Føroya við avtaluni í hondini, skrivar Tjóðveldi á facebook síðuni.
Facebook viðmerkingar