Árliga flaggdagshaldi í Fámjin verður aftur í ár.
25.apríl er flaggdagur og vit minnast at okkara vakra Merkið bleiv til.
Í ár verður tað Høgni Hoydag sum flytir fram røðu. Tað er kl 15:00.
Hornorkestri luttekur og setur sín góða dám á.
Sum siður er verður eisini gingið og runni úr Ørðavík og er tað Hvistan sum stýlar fyri. Gongufólki byrjar kl 13 og rennarar kl 13:30.
Ætlandi verður eisini gingið úr Hvalba. Nærri kemur um tað.
Haldi endar við at bjóða verður til kaffi og okkurt gott afturvið í Vesturhøll.
Facebook viðmerkingar