Island sky vitjar í Vági

Vágs kommuna: Í morgun klokkan 7.30 kom ferðafólkaskipið Island sky á Vág. 

Farna vika var merkt av, at trý ferðafólkaskip komu á Vág og í morgun, 2. juli, kom enn eitt skip á Vág. Hesa ferð er tað Island sky, ið er systirskip hjá Hebridean Sky, sum vitjaði Vág mánadagin í farnu viku. Umborð eru 98 ferðafólk og manningin er 80 í talið. Ferðafólk eru úr Stóra Bretlandi og USA.

Skipið er á eini ferð, sum byrjar í Aberdeen og fór umvegis ymsar havnir í Skotlandi og Hetlandi, áðrenn skipið vitjar Runavík, Vestmanna og nú Vágs Havn: Ferðin gongur so aftur til Skotlands og endar í Oban. 

Ferðafólkini fara á útferð við bussi í oynni og til gongu niðan á Eggjarnar.

Island sky fer avstað aftur klokkan 13.00.

Facebook viðmerkingar