Stívliga 55.000 fólk búðu í Føroyum 1. juli — vøksturin var 0,7%

1. juli búðu 55.042 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 361 fólkum, ella 0,7 prosentum, seinastu tólv mánaðirnar. Vøksturin var størri enn í undanfarnu tólv mánaðunum.

Tann 1. juli búðu fyri fyrstu ferð fleiri enn 55.000 fólk í Føroyum. Tá fólkavøksturin byrjaði í 2013 lá fólkatalið um 48.000. Tað er sostatt vaksið við umleið 7.000 fólkum ella 14,6% síðani tá. 

Í 2017 rundaði fólkatalið 50.000 fyri fyrstu ferð, í 2018 51.000, í 2019 52.000, í 2021 53.000, í 2022 54.000, og nú í 2025 hevur fólkatalið fyri fyrstu ferð rundað 55.000. 

Les meira her.

Facebook viðmerkingar