Vælkomin til Ljósfest

Vágs kommuna: Vikuskiftið 15, 16. til 17 august verður Ljósfest í Vági – eitt vikuskifti við tiltøkum og tónleiki. 

Ljósfest var eisini fyrr í Vági – frá 1921 og nøkur ár fram á gamla skúlalagnum. Hetta fyri at hátíðarhalda fyrsta EL-verkið í Føroyum og í danska kongaríkinum, sum var bygdt í 1921. Talan er um el-verkið í Botni í Vági. 

100 ára hald saman við Sev 

Í 2021 avgjørdi Vágs Kommuna at skipa fyri einum degi í Vági, har list, tónleikur og tiltøk eru á skrá. Hettar saman við SEV, fyri at seta dám á 100 ára dagin fyri fyrsta el-verki í landinum, nemliga el- verkið í Botni í Vági. 

Ljósfestin í ár er sostatt tann fimta, sum Vágs Kommuna hátíðarheldur síðan 2021.  

Ljósfestin í ár byrjar longu fríggjakvøldið 15. august og endar sunnukvøldið 17. august.  

Heiðran av vágbingum 

Byrjað verður fríggjakvøld 15. august kl 19.00 í teltinum, har heiðran av vágbingum verður á skránni. Býráðslimir og borgarstjórin avdúka hvørji vera heiðraði í ár. Eisini hava VB og FC Suðuroy sølubás.  

Karl Martin Samuelsen og Mikkjal Hvannastein, Jakobina Ellingsgaard og Ragnar í Vík, standa fyri tónleikinum.  

Listaframsýning 

Um okur hyggja í skránna, so listaframsýning leygardagin frá kl. 13.00-17.00, har m.a. Absalon Absalonsen, Eiriksdóttir Art, Ulla Bærendsen, Sven Erik Stenberg, Mikala Vilhelm, Mariann Johansen og fleiri luttaka. 

Børnini fáa eisini sítt 

Leygardagin verður stóri dagurin hjá børnunum. Stórt barnatiltakið er á stóra pallinum frá kl. 15.00 til 17.00. Tað er í samstarvi við Suðuroyar Sparikassa. Á pallinum kemur m.a. Bubu at framføra. 
Felags sunnudagsskúli er fyri børnini í teltinum sunnudagin kl 13.00. 

Sølutorg  

Á sølutorginum, sum í ár er í teltinum og í húsinum hjá Handverkarafelagnum, verða hondvirkaðar vørur frá lokalum, skapandi fólkum. 

Nógvur tónleikur á stóra pallinum 

Leygarkvøld verður nógvur tónleikur á stóra pallinum, har m.a. Lív og Tróndur, Signar í Homrum, Janus Wiberg Mortensen, Section, Marius Ziska, Hvarv og Danny & the Veetos fara at spæla.  
Pallstjórar vera Gissur Patursson og Bjørn H. Bech. 

Dagfinn Olsen setir Ljósfestina 2025 

Dagfinn Olsen er útbúgving lærari og er føddur 16 september í 1967. Hann er lærari í Vágs skúla. 
Dagfinn er tó mest kendur sum føroyskur tónleikari og sangskrivari, hann spælir bass og onnur ljóðføri. Umframt at hava spælt saman við Hjalmari Magnussen í áravís. Dagfinn verður eisini við í tónleikabólkinum Hvarv leygarkvøldið. 
 
Fegnast um góða móttøku av Ljósfestini 

Formaðurin í Mentamálanevndini, Levi R. Mørk, frøðist um stóra skaran av fólki, sum eru komin til Ljósfestina hesi seinastu árini. Har móttøkan hevur verið framúr góð. 
Hann avdúkar, at sera nógv uppskot eru innkomin til heiðranina av vágbingum aftur í ár. Somuleiðis er hann spentur uppá allar dagarnar og fegnast um, at Nýggjársnevndin fer at skjóta fýrverk á midnátt leygarkvøldið.  
Hann leggur afturat at øll eru vælkomin til Ljósfest, sum er eitt ókeypis mentarnarvikuskfti í Vági, og sum endar sunnudagin við felagsmøtum og sangi í teltinum.  

Takk øll, sum eru um Ljósfestina aftur í ár. Vágs kommuna takkar annars øllum fyri dyggan stuðul til hesa Ljósfestina. 

Facebook viðmerkingar