Eyðbritt, Bogi og Páll vórðu heiðrað

Vágs kommuna: Fríggjakvøldið á Ljósfest byrjaði við heiðranini av vágbingum.

Fyrr í summar høvdu fólk møguleika at tilnevnað vágbingar, sum hava gjørt eitthvørt fyri Vág. Tá freistin at tilnevna var farin, vóru nógv og góð uppskot komin inn. Avgjørt varð at heiðrað 

  • Eyðbritt Krosslá og Boga Mortensen  fyri teirra lívslanga íkast í Vágs Bóltfelag,
  • og Páll Leo fyri trúgva tænastu í Vágs kirkju. 

Í grundgevingunum stóð:

Eyðbritt Krosslá og Bogi Mortensen

Tað finnast tíbetur eldsálir okkara millum, sum taka tøk, øllum at gagni. Eldsálir, sum ósjálvsøkin arbeiða fyri stóra felagsskapin.

Vit heiðra í dag fólk í Vági, sum hoyra til henda bólkin. Vit heiðra í dag fólkum, sum innan ítrótt hava gjørt sjálvboðið arbeiði í fleiri áratíggju. Tey hava verið leikarar, venjarar, nevndarlimir, og altíð klár, tá alt tað, sum er rundanum eitt ítróttafelag, skal gerast. Tað verið seg savnan av peningi, ella at standa í sølubásum, so sum vit til dømis  síggja tað her á Ljósfest. Tey hava verið við á uttanlandaferðum, og hava verið við til at menna ungar leikarar. Hetta hevur verið til gang fyri ungdómin her í bygdini.

Tey bæði, vit heiðra í dag, eru framvegis virkin, eins og tey hava verið tað í mong ár. Tað er sum hava tey bara altíð verið har!

Men onki er ein sjálvfylgja, og vilja vit her heiðra  tveimum eldsálum innan hondbóltin í Vági, og geva teimum eina væl uppiborna viðurkenning fyri tað stóra arbeiði, tey hava lagt í alt virksemi, sum hevur við Vágs Bólfelag at gera, og ítrótt og felagsskap yvirhøvur.

Tey eru við har tað hendir, um tað er VB hondbólt Cup, Ítróttaháskúli ella fyriskipan av Dansibandfestivali, fyri bara at nevna  úr rúgvuni.

Tvær eldsálir, sum hóast tey eru komin nakað til árs, framvegis eru virkin. Tvær eldsálir, sum hava uppiborið rós og heiður.

Takk og til lukku – Eyðbritt Krosslá og Bogi Mortensen.

Páll Leo

Ikki er tað altíð prát og reyp, ið at enda ber á mál, ella ger, at nakað sæst eftir, tá dagsverk er lokið. Ofta er tað kanska heldur hinvegin: Nógv orð, men lítið ítøkiligt at vísa á. Sagt verður ofta: Gev ikki tóm lyfti, men prógva í gerningi tínar dygdir.

Vágbingurin, ið vit heiðra, er helst tekin um ein, sum í dagsverki sínum sýnir, at væl líður eftir, tó at nógv hóvasták ikki verður gjørt burturúr. 

At eiga dygdirnar at fríðka um, er honum givið, men helst er tað eisini hetta, at hann hugagóður fremur dagsins gerning, øllum til gleði. Og alt hetta fer fram, uttan at tey flestu hugsa stórvegis um hetta. Og tá er tað vit kunnu staðfesta, at her er talan um úrslit, og ikki prát og reyp.

Hyggur ein at økinum kring kirkjuna, so sæst beinanvegin, at her verður væl røkt. Gras og trø standa oftast nýsligin ella klipt, og væl er ruddað. Og trongdi til eitt pensils-strok onkrastaðni, so er tað heldur ongin rtupulleiki, eins og kønu hendurnar taka lættliga eina hond í, bæði innan og uttan í hesum stásiliga bygningi miðskeiðis í bygdini.

At kirkjan stendur prýðilig, og at prýðiligt er rundanum, er ikki ein sjálvfylgja. Hetta er úrslit av áhaldandi viðlíkahaldi og røkt. Vágs kirkja, og økið kring hana, er eitt prýði fyri bygdina, tí væl er farið um, og fyri títt íkast at halda og røkja kirkju, og økið kring hana, hava vit valt at heiðra teg her á Ljósfest 2025.

Takk og til lukku – Páll Leo.

Facebook viðmerkingar