Dagfinn OOlsen setti Ljósfestina 2025

Setanarrøða – Ljósfest 2025

Góðu vágbingar og annars øll, ið eru komin at halda Ljósfest í dag. Takk fyri stóra heiðurin, – hóast tilflytari, at sleppa at halda hesa setanarrøðu.

There is a crack in everything, that’s how the light gets in.

Soleiðis yrkir stóri poeturin og tónleikarin, Leonard Cohen.

Tikin úr leikum sum yrkjari, og eisini dugnaligur tónasmiður.

Hetta venda vit aftur til um lítla løtu, tí lat okkum líka seta ljós á upprunan til hesa løtu.

Í 2021 avgjørdu Vágs kommuna og SEV at skipa fyri einum degi, har list, tónleikur og tiltøk eru á skrá. Hetta fyri at hátíðarhalda fyrsta EL-verkið í Føroyum og í danska kongaríkinum, sum var bygdt í 1921. Talan er um el-verkið í Botni í Vági.

Ein kann skemtiliga siga, at vágbingar gjørdu av við huldufólkini, og alt sum líkist tí, tí brádliga kom ljós yvir landið, – og alt prát um huldufólk hvarv, kanska tí at nú sást ljós fyri framman. Ætli ikki at dvølja so longi við søgu, tó at hon hevur týdning, men sjálvur eri ein teirra, sum eri sera hugtikin av, at vágbingar høvdu tráðbanan vesturi á Eiðinum, har bátar fóru á flot og blivu tikinir upp – fyrst viða handamegi, men síðani við el- megi. Veruligt frambrot!!!

Mær er sagt, at tá streymurin á fyrsta sinni skuldi roynast í Vági, so var tað í húsum á Bøgøtu, ið kortsíðani eru rivin niður, Nógv fín fólk til staðar. Og søgan er, at fyrst skuldi ljósið tendrast, og sagt varð, at tá trýst verður á kontaktina á vegginum, ja so kemur ljós í peruna. Hetta trúðu mong av teimum, sum vóru til staðar, onki uppá, men tað fór sjálvasagt eitt sovorið «suð» gjøgnum mannfjøldina, tá peran fór at lýsa – og tá so seinni varð sagt, at nú bleiv streymur settur til komfýrin, og at um eina løtu fór vatnið at kóka í grýtuni, so var hetta líka ófatuligt. Men har var sjón fyri søgn – brátt prutlaði undir loki. Og hetta uttan eld – ófatuligt!! Framtíðin var komin til bygdina.

Vágbingar vóru eisini fyrstir, tá tað kom til at seta streym til tónleikin. Klaksvíkingurin og tónleikarin Rani Nolsøe, ið annars er hálvur vágbingur, gav fyri stuttum bók út um nýmótans tónleik og søgu, og har sigur hann, at tað var í Vági – í Losjuni út á Matknoyri, ella Galtnaroyri, – har áleið, at Robert og hansara vinmenn settur streym til okkurt radio ella líkandi, og harvið settu Føroyar á kortið, tá tað snúði seg um rock’n roll. Hetta er helst í fimtiárunum.

Tað hevur í so mongum førum verið pioner-andi og eitt sindur av rock’n roll, tá tað snýr seg um Vágs bygd. Mangan hava vágbingar gingið á odda. T.d. eisini tá sjónvarp var spildur nýtt í Føroyum, so vóru vágbingar millum tey fyrstu at framleiða tilfar, og brátt sóust sendingar frá tí, ið kallaðist Kvøldhugni í Vági, har millum onnur Robert McBirnie, Torgerð Suðuroy og Einar Skaalum sóust undirhalda.

Søguna kenna tey flestu, so um vit líka spola fram aftur til 100 ára haldið, so var tað so, at her gjørdist heilt greitt talan um eitt tiltak, ið á so mangan hátt hevði manglað – kanska vistu vit bara ikki av tí. Stór tónleikanøvn framføra miðskeiðis í Vági – fólk verða heiðraði, listaframsýning og sølubásar við heimvirkaðum. Knappliga var Vágur eisini við á kortinum, tá tað snýr seg um hetta nýggja – nevniliga festivalar. Gomlu stevnurnar hava tað ivaleyst strævið í hesari kappingini.

Men Ljósfest var ein succes, so at avgjørt varð at halda fram við hesum tiltakinum?

Ljósfest var frá fyrstu stund ein boðberi um, at her býr eitt fólk, ið er víðfevnt,og har øll eru vælkomin. Her er onki við, at: – Atgongimerkjaprísurin hækkar á miðnátt, so skunda tær og keyp!! Her fært tú eina ókeypis uppliving við tónleki, list og góðum felagsskapi – vágbingum so líkt!

Og eins og vágbingar vóru teir fyrstu her á landi, ið sóu ljósið, eins víðfevndir og innbjóðandi eru teir í dag -her eru øll sanniliga vælkomin, tað tori eg at siga, sum ein sum kom higar fyri . ja, eftir hondini nøkrum árum síðani.

Og eg fari eisini at siga, at hóast vágs kommuna er vertur, og óivað hevur útreiðslur av tiltakinum, so er hetta meira ein íløga, enn útreiðsla.

Hugsa um hvussu nógv hetta tiltak óivað kastar av sær í tí – kanska smá – hjá øllum teimum, ið her sleppa at selja sínar heimavirkaðu vørur, ella feløg, ið hava sølubásar , og so tey, ið leiga út, so vitjandi fáa tak yvir høvdið. Gløggi lurtarin skilir kanska longu nú, at her er talan um ringvirkningar, sum tá ein kastar ein stein í vatnið. Og í eini verð, har tað gerst alt meira virðismikið at profilera seg – t.d. á netinum, so er hetta tiltak funnin fressur, sum tikið verður til.

(Og her víkir røðuhaldarin frá skrivaða blaðnum, tí ein viðkomandi søga hevur stungið seg upp: Nú, beint áðrenn eg fór á pallin, so kom ein av vitjandi tónleikarunum til mín og segði mær eina søgu, ið prógvar, at í Vági er gestablídni. Tónleikarin skuldi spæla í tjaldinum á Ljósfest fríggjakvøld, men ávegis suður við Smyrli verður hann spurdur, um tað liggur fyri at spæla leygarkvøld eisini. Tað var gamaní, men Mikkjal Hvannastein hevði ikki pakkað sær klæðsekkin meira enn so, at hann slapp norður aftur eftir spæling fríggjakvøld. Men, sigur Mikkjal: «Innan hálvtalað orð, so sigur ein kvinna, at maður hennara er um somu stødd sum eg, og brátt komu 3 blíðar kvinnur við T-troyggju, undirbuksum og øðrum pløggum».

Og glaður var Mikkjal. Sanniliga prógv um gestablídni!)

Vágbingar, takk fyri tykkara opinleika og gestablídni – her er høgt til loftið og vítt til veggja – ongar smáligheitir – takk fyri tað. Kanska var tað ikki av ongum, at norðingar fyri á leið 100 árum síðani leitaðu suðureftir at arbeiða fisk, og fleiri funnu ongantíð leiðina norður aftur.

There is a crack in everything, that’s how the light gets in.

Tað er ein riva í øllum, so ljósið sleppur innar, segði Leonard Cohen, og ofta er hann siteraður fyri hetta.

Og tey sum hava greinað hetta siga m.a, at hetta ber boð um tað óperfekta, og møguleikanum fyri broytingum.

Vónandi veður ein riva innan alt ov langa tíð millum Suðuroynna og meginlandi, ein tunnil, so vit síggja ljósið, ið er fyri endanum á Suðuroyartunlinum! Tí her er rúm fyri broyting.

Takk fyri heiðurin at sleppa at halda hesa røðu, og við hesum er Ljósfest 2025 sett.

Góða Ljósfest!

Facebook viðmerkingar