Eg undrist.
Eg undrist á hví føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsið, enn er niðurløgd.
Eg undrist á at fólk í Suðuroy sýnast at hava góðtikið, at føðideildin er stongd.
Eg undrist á at fólk hava góðtikið grundgevingarnar fyri at ongin føðideild skal vera í Suðuroy.
Eg undrist á hví bygdarráðini í Suðuroy ikki mótmæla hesum harðliga.
Eg undrist á hví tað er politiskur vilji fyri at Suðuroy skal avtoftast.
Eg undrist á hví suðringar ikki sýnast at hava politiskan ávirkan.
Eg undrist á hví landspolitikkarar úr Suðuroy, arbeiða ímóti framburði í oynni.
Eg undrist á hví tað eru politisk lokalfeløg í Suðuroy.
Eg undrist á hví eg ikki bara haldi kjaft og gevi skarvin yvir, sum flest øll onnur.
Torri Thomsen
Facebook viðmerkingar