Seinnapartin í dag, varð spakin settur í arbeiðsvegin til nýggja Hvalbiar tunnilin.
Fyrst helt stjórin í Landsverkið, Ewald Kjølbro røðu. Síðani var tað landsýrismaðurin Hendrik Old, borgarstjórin í Hvalba, Janus Thomsen og at enda var tað virkandi borgarstjórin á Tvøroyri, Anita Vibergsdóttir, sum helt røðu.
Øll vístu tey á stóra tørvin, sum var á at fáa ein nýggjan tunnil og hvussu nógv hetta kom at hava at siga fyri fólk í Hvalbiar Kommunu og fyri alt Føroya fólk, tá vit hyggja fram í tíðina og vónadi kemur hesin tunnilin at vera vegurin til ein komandi Suðuroyar tunnil.
Tað var nógv fólk komi saman til henda stóra dag.
Tað vóru teir báðir Allon Næs og Dánjal av Rana, sum fingu tann stóra heiður at seta spakan í og takað fyrsta bøkkin av til hesa nýggju farleið.
Aftaná vóru øll boðin í Roynhøllina til kaffi og kakur.
Fleiri myndir frá hátíðarhaldinum koma seinni.
Facebook viðmerkingar