Avlop á ársroknskapinum hjá Tvøroyrar Kommunu

Tvøroyrar kommuna: Tvøroyrar býráð samtykti á býráðsfundi 22. mai 2018 ársroknskapin hjá Tvøroyrar kommunu fyri 2017.

Sambært kommunustýrislógini § 53, stk. 2, nr. 1 skulu kommunur lata Fíggjarmálaráðnum grannskoðaðan roknskap innan 1. juni eftir endað fíggjarár.

Í fíggjarætlanini hjá Tvøroyrar kommunu fyri 2017 varð roknað við einum halli á 10.276 mió. kr. men ársroknskapurin vísir eitt avlop á 9.425 mió., t.e. 19.701 mió. kr. meira enn væntað.

Samlaði raksturin av Tvøroyrar kommunu kostaði 62,89 mió. kr. og er hetta 2.94 mió. kr. minni enn roknað varð við í fíggjarætlanini fyri 2017. Meirnýtsla er staðfest í § 2 Almanna- og heilsumál á 458 tús. kr. og í § 4 Undirvísing á 161 tús. kr.

Í fíggjarætlanini var roknað við at gera íløgur fyri 15,90 mió í 2017, men roknskapurin vísir, at tað vórðu gjørdar íløgur fyri 8,34 mió. kr., sum kunnu sundurgreinast soleiðis:

t.kr.

§ 1 Kommunal fyrisiting 205 
§ 2 Almanna- og heilsumál 0
§ 3 Børn og ung 1.19
§ 4 Undirvísing 565
§ 5 Mentan og frítíð 110
§ 6 Teknisk mál 5.12
§ 7 Kommunal virki 1.15
8.34

Inntøkurnar hjá Tvøroyrar kommunu í 2017 vóru 8.89 mió. kr. hægri enn væntað. Roknað var við 73,41 mió. kr. í inntøkum, men roknskapurin vísir, at samlaðu inntøkurnar vórðu 82.30 mió. kr.

Inntøkan av persónsskatti var 64.53 mió. kr. harav 3.93 mió. kr. í partafelagsskatti, og er hetta 7,89 mió. kr. meira enn roknað varð við í fíggjarætlanini fyri 2017.

Tvøroyrar kommuna hevur í 2017 goldið 3,75 mió. kr. í avdráttum, og var nettoskuldin við árslok komin niður á 0,46 álíkning.

Facebook viðmerkingar