Í álitinum um gagnnýtslu av Skúladeplinum í Suðuroy frá 2011 var eitt av tilmælinum at byggja eitt næmingaheim við Skúladepilin í Suðuroy.
Skotið varð upp at gera 11 búeindir við 4 íbúðum í hvørjari búeind. Hvør búeind var 144 m2 og hvør íbúð umleið 36 m2. Uppskotið fevndi eisini um, at ein búeind varð gjørd sum felagshús.
Í 2011 vórðu heintaði inn tilboð uppá byggingina, umframt at byggifrøðingur gjørdi metingar av ymiskum lutum í samband við byggingina. Mett var í 2011, at tær 11 eindir kundu byggjast fyri umleið 20 mió. kr.
Lagt var í álitinum um gagnnýtslu av Skúladeplinum í Suðuroy upp til, at Landið umvegis løgtingslógina um stuðul til bústaðarhús til fólk í útbúgving skuldi stuðla við 13 mió. kr. Restin skuldi fíggjast við lántøku og stuðli.
Raksturin verður fíggjaður við leiguinntøkum frá lesandi og frá ferðafólki um summarið.
Við øktum virksemi á Skúladeplinum í Suðuroy gerst neyðugt at taka hesa verkætlan fram aftur og mælta kommunurnar í Suðuroynni til, at Land og kommunur í felag fara undir hesa verkætlan, og at ein arbeiðsbólkur umboðandi partarnar verður settur at gera uppskot til ítøkiliga loysn.
Facebook viðmerkingar