Kommurnar í Suðuroynni hava í nógv ár havt felags samstarv um ferðavinnuna í m.ø. Suðuroyar Ferðavinnufelag. Seinastu tíðina hava kommunurnar tikið stig til víðkan av hesum samstarvi fyri at menna ferðavinnuna í Suðuroynni.
Suðuroyggin hevur nógvar møguleikar í ferðavinnuhøpi. Fyri ein part eru teir mentir, meðan aðrir møguleikar enn ikki eru serliga sjónligir.
Talið á ferðafólki veksur nógv í Føroyum, eins og føroyingar sjálvir ferðast alt meira í egnum landi. Avbjóðingin hjá Suðuroynni er at fáa fatur á sínum parti av hesum vøkstri og gera ferðavinnu til eina virkna vinnu í økinum. Tí gera kommunurnar nú eina yvirskipaða ætlan, sum í fyrstu atløgu setir nøkur mál fyri hvussu ferðafólk fáast at vísa økinum størri áhuga, og hvussu til ber at tryggja, at tey, sum búgva og virka í oynni, fáa sum mest nyttu og sum minst av óynsktari ávirkan burtur úr hesi í landshøpi nógv vaksandi vinnu.
Endamálið er yvirskipað og ítøkiliga at leggja leiðina til rættis, sum Suðuroyggin í felag skal fara. At gera eina framtíðarætlan við ítøkiligum átøkum, sum skal fremja og skipa ferðavinnu trygt og skynsamiliga við nýggjum starvsmøguleikum og vinningi fyri tey, sum búgva og virka í økinum. Endamálið er eisini at tryggja støðugar, tryggar og dyggar tænastur til ferðafólk, sum vitja økið.
Tilgongdin er sett upp í stig, har kommunurnar fíggja fyrstu stigini. Seinasta stigið fíggja kommunurnar partvíst saman við fígging uttaneftir. Væntað verður í hesum sambandi, at tað fer at bera til at fáa fíggjarligan stuðul frá skipanum hjá Landinum til menningina av innanlendis ferðavinnuni í Føroyum.
Kommunurnar eru á einum máli um, at ferðavinnan kann (og eigur at) gerast ein týðandi vinna fyri Suðuroynna, har tað kunnu skapast fleiri størv, nýggjar tænastur og tilboð, fólki og vinnulívi í Suðuroynni og vitjandi at frama.
Facebook viðmerkingar