Í 5-6 mánaðir hava kommunustýrislimir í Suðuroynni saman brúkt nógva tíð og orku uppá at greina og lýsa støðuna í Suðuroynni, og harnæst arbeitt við menningarátøkum, sum skulu ávirkað gongdina í Suðuroynni, skulu skapa menning og framburð.
Fyri okkum í Suðuroynni er støðan á ongan hátt undirhald ella stuttlig.
Arbeiðsloysið og manglandi fíggjarligt tilverugrundarlag kroystur framvegis fólk at flyta úr Suðuroynni – eisini í 2018. Hetta samstundis sum Landið alt er í einum søguliga stórum búskaparligum vakstrarrúsið! -Ja, hetta er uttan iva sera trupult at skilja uttanfyri Suðuroynna !
Áratíggjur við minkandi fólkatali hevur alsamt størri ávirkan á Suðuroynna. Ávirkan á m.a. dagstovnaøkinum og á fólkaskúlar, sum minkað í hvørjum. Ávirkan á ítróttar- og frítíðarlív – sum eru so kroyst, at tað hvørt ár er ein kampur fyri at yvirlivað, ein kampur fyri at yvirhøvur at manna lið!
Manglandi støðugt arbeiði førir við sær lítlar og ongar inntøkur hjá fólki og eisini vinnulív og kommunur eru ávirkaðar. Hetta er partur av gerandisdegnum og veruleikanum í Suðuroynni.
-Ein veruleiki, sum kommunurnar hava tikið upp til viðgerðar í einari ásannan av, at tað er alneyðugt at taka støðuna í allar størsta álvara. Kommunurnar hava skrivað álit um støðuna og gjørt tilmælið um átøk, sum skulu skapa menning og framburð.
Nú almenna Kringvarpið í høvuðstíðindasendingini í sjónvarpinum, Dagur & Vika, skuldi taka upp álitið Suðuroyggin og framtíðin – menningarátøk 2018, so var tónin longu lagdur, tá satiru ólavsøku-lagið hjá Pipar & Salt “…Suðuroy tú mundi doyð.” byrjaði innslagið.
Vit vóru fleiri sum sóu fram til at Kringvarpið fór undir eina seriøsa tilgongd til evnið, har grundarlagið var seriøsur journalistikkur og ein seriøs viðgerð av álitinum og av tilmælunum, sum eru í álitinum. -Eina viðgerð av hvørja ávirkan tilmælini kunnu hava og hvørjir møguleikar eru fyri at skapa menning við slíkum átøkum.
-Ja, møguleikarnar fyri spennandi, upplýsandi og greinandi vinklum eru og vóru nógvir…!
Men vinkulin hjá almenna Kringvarpinum var látursgerð, meðan Pipar & Salt spældi undir – við krúlluni, hví kommunurnar í Suðuroynni ikki leggja saman.
Dagur & Vika fekk sítt 4 minutturs innslag – “…og nú eru tey so glað”, sum Pipar & Salt sungu at enda í innslagnum.
Eftir stendur, at hjá okkum í Suðuroynni er tað er sera trupult at taka Kringvarp Føroya seriøst!
Dennis Holm
Facebook viðmerkingar