Nógvar spennandi verkætlanir eru ígongd í Suðuroynni, sum kunnu fáa stóra ávirkan á áhugan hjá ferðafólki at vitja Suðuroynna. Nakrar av hesum verkætlanum hava eisini landsáhugað og eru av landsstýrinum raðfestar á Fíggjarlógini.
Ein av hesum verkætlanum er víkingaskipið, sum skal byggjast í Hovi. Talan er um sera spennandi verkætlan, har fyrsta víkingaskipið verður bygt í Føroyum í upprunastødd og eftir tekningum av veruligum víkingaskipi.
Í grannalondum okkara eru slík søgulig skip stór ferðavinnumál, sum draga til sín fólk í stórum tali, og hetta fer uttan iva eisini at verða støðan við víkingaskipinum.
Kommunurnar í Suðuroynni taka undir við hesari ætlan, sum førir við sær, at fleiri størv og økt virksemi, og heita kommununurnar í felag á Landsstýrið um at gerast ein enn virknari fíggjarligur viðspælari í hesari fyri Suðuroynna og Føroyar stóru verkætlan.
Facebook viðmerkingar