Nógv fólk úr Suðuroynni til hálvfinalu í Gundadali

Stórur áhugi er í Suðuroynni fyri hálvfinaluni í Løgmanssteypinum, har Suðringar sum kunnugt spæla ímóti B36. Fyrra hálvfinalan verður í Gundadali í kvøld kl. 19.15. Smyril siglur av Krambatanga kl. 12.00 og suður eftir dystin kl. 21.30.

Ferðaætlanin er tillagað til dystin og førir hetta eisini við sær, at nógv fólk úr Suðuroynni fara norður at heppa á Suðringar í kvøld.

 

Facebook viðmerkingar