SUÐUROY 2036: Nú er hálvt ár síðani, at Suðuroyartunnilin lat upp fyri ferðslu 1. summardag, sunnudagin 25. mai 2036, og farið varð frá siglandi til koyrandi sambandi um Suðuroyarfjørð.
Fyri suðuroyingar og tey, sum hava tilknýtið til Suðuroynna, og øll tey, sum í ymiskum ørindum antin privat ella vinnuliga ferðast til Suðuroynna, er talan um eina kolveltandi broyting, nú Smyril er givin at sigla og Suðuroyartunnilin er komin í staðin.
Komandi vikurnar fer Suðuroyarportalurin at varpa ljós á hvørja ávirkan tað hevur havt á fólk, fyritøkur, stovnar, ítróttarlívið, os.fr., at tað nú er koyrandi til og úr Suðuroynni.
Fyrsta søgan er um Ingu og Petur, sum eru vend aftur til Suðuroynna eftir at hava verið uttanlands í útbúgvingarørindum. Tað søguna kanst tú lesa her á Suðuroyarportalinum í kvøld, sunnukvøldið 9. november.


Facebook viðmerkingar