SUÐUROY 2036: Okur eru í 2036 og tað er hálvt ár síðani at Suðuroyartunnilin lat upp fyri ferðslu. Suðuroyarportalurin fer komandi vikurnar at varpa ljós á hvørja ávirkan tað hevur havt á fólk, fyritøkur, stovnar, ítróttarlívið, os.fr., at tað nú er koyrandi til og úr Suðuroynni.
Hetta tordi eg ikki at droyma um fyri 10 árum síðani
Orðini eigur Inga, sum fyri 10 árum gjørdist liðug við 10. flokk í Vágs Skúla og byrjaði á miðnámsskúla í Skúladeplinum í Suðuroy.
Ja, eg byrjaði á miðnámsskúlanum í 2026. Fleiri av teimum, sum eg gekk á miðnámsskúla saman við hugsaðu nógv um at velja fak, soleiðis at tey kundu fara undir útbúgving, sum kundi brúkast í Suðuroynni. Sjálv havi eg altíð droymt um at lesa løgfrøði og tá vóru møguleikarnir fyri at fáa arbeiðið í Suðuroynni sera lítlir. Eg haldi ikki at nakar løgfrøðingur arbeiddi í Suðuroynni í 2026.
Eftir miðnámsskúlan fór eg at arbeiða 1 ár hjá Advokatunum við Løgmannabreyt og tað var eitt sera læruríkt ár, sum bara styrkti meg í trúnni um, at fara at lesa løgfrøði.
Í 2030 fór eg so at lesa løgfrøði á universitetinum í Keypmannahavn. Tíðin í Keypmannahavn var fantastisk og har møtti eg eisini Petur, sum er Hvalba. Hann læs lívfrøði.
Nú gongd var á Suðuroyartunlinum, so tosaðu okur sjálvandi um tað fór at verða gjørligt at búgva í Suðuroynni, har okur bæði eru uppvaksin og har familjurnar hjá okkum búgva. Men okur vóru nokk so ivasom, tí hjá mær fór neyvan at verða arbeiðsmøguleiki í Suðuroynni, og hóast tunnilin fór at koma, so fór tað at taka 1 tíma hvønn veg at koyra til arbeiðis.
Tá okur bæði so vóru liðug í fjør, fekk Petur beinanvegin arbeiðið á Miðnámsskúlanum og eg søkti so starv í Almanna- og Heilsumálaráðnum og fekk starvið. Tað fyrsti tíðina var tað nokk so strævið, tí tað kravdi so nógva tíð at ferðast til og frá arbeiðið við Smyrli, eini 5 tímar hvønn dag. Onkuntíð hava avlýsingar verið orsaka av veðri, men tað hevur eisini verið gott, tí eg eri ikki so sjósterk. Men tey í Almanna- og Heilsumálaráðnum hava verið sera hjálpsom til at fáa alt at ganga upp.
Men so lat Suðuroyartunnilin upp fyri ferðslu og tað er bara heilt fantastiskt. Frá tí at tað tók 5 tímar hvønn dag, so brúki eg nú góðar 2 tímar, so tað er ein heilt onnur verð, og ikki minst so sleppi eg undan at stúra hvussu veðrið verður um Suðuroyarfjørð, og tað er ein øgiligur lætti.
So ja, okur hava keypt hús í Nesi í Hvalba, hava valt at búseta okkum her, og um 2 mánaðir verða okur trý, og tað gleða okur okkum til, sigur Inga at enda við einum brosi.
Ónsdagin fara okur at hoyra søguna um Hanus, sum sigur, at gerandisdagurin er ikki til at kenna aftur, nú Suðuroyartunnlin er latin upp.


Facebook viðmerkingar