Orðini eigur Jóhannis Liasson Rasmussen, sum grannskoðari / Cand Merc Aud, sum í dag hevur lagt út útrokning fyri hvussu Suðuroyartunnlin ávirkar fíggjarlógina frá tí at Suðuroyartunnilin letur upp fyri ferðslu.
Útrokningin er her:

Á facebook vanga sínum skrivar Jóhannes Liasson Rasmussen eisini soleiðis:
Tá tosað verður um haldføri, snýr tað seg í veruleikanum um, hvat samfelagið er ført fyri at gjalda. Smyril skal byggjast nú, við eini kostnaðarmeting á umleið 1 mia. kr., um 30 ár skal aftur ein Smyril byggjast, og við vanligari inflatión fer kostnaðurin tá at vera umleið 1,8 mia. kr.
Ætlanin hjá SEV er at knýta Suðuroynna at meginøkinum, og tí skal ein kaðal leggjast til Suðuroyar. Verður kaðalin lagdur gjøgnum tunnilin, kostar hann umleið 50 mio. kr. verður tað ein sjókaðal, so kostar umleið 200 mio. kr. Hetta hevur leiðslan í SEV upplýst mær. SEV er partur av almennu skuldini – hevur Landsbankin innroknað hetta? Svarið er nei.
Eisini eigur at verða spurt, hvussu nógvur peninguri fer í umferð í Føroyum, meðan ein tunnilsverkætlan er í gongd, og hvussu nógv av hesum kemur inn aftur í Landskassan við skatti og avgjøldum kontra einari fergu ið verður bygd í Spanien. Hevur Landsbankin innroknað hetta? Svarið er nei.
Sannleikin er, at so skjótt snórurin verður kliptur á Suðuroyartunnlinum, so gevur hann yvirskot á fíggjarlógina, um kostnaðarmetingarnar bara halda nøkunlunda. Hetta er størsta sparing pr. íbúgva nakrantíð.
Uppslagið á Facebook vanganum hjá Jóhannes Liasson Rasmussen kann lesast her.


Facebook viðmerkingar