Vøllurin á Eiðinum nærum liðugur

Nú er næstan komið á mál við at skifta graslíkisvøllin á Eiðinum í Vági. Hetta er triði graslíkisvøllurin á Eiðinum í Vági. Tann fyrsti varð lagdur á í 1987. Tann vøllurin varð so skiftur í 2004. Og nú, 14 ár seinni, verður nýggjur graslíkisvøllur lagdur á Eiðinum í Vági.

Graslíkisvøllurin í Vági er av slagnum DOMO, sum Ide Møblar umboða í Føroyum.

Arbeiðið at skifta graslíkisvøllin hevur gingið væl, veðrið hevur verið av tí allar besta, so umstøðurnar kundu ikki verið nógv betri, sigur Birgir Andreasen á Ide Møblum.

Í dag og í morgin verður seinasti parturin av sandinum og síðani gummi fylt í vøllin, sum so verður klárur at lata Vágs kommunu.

 

Facebook viðmerkingar