Tá umræður at skapa framburð og menning, er lítið at ivast í, at nýtt ferðasamband um Suðuroyarfjørð, Suðuroyartunnilin, er ein hin týdningarmesta íløgan fyri at skapa framburð og menning í Suðuroynni.
Tá Sandoyartunnilin er liðugur í 2022, er Suðuroyggin einasta stóra økið í landinum, sum ikki hevur fast samband til meginøkið. Øll verkætlanin kring Suðuroyartunnilin má tí verða projekterað og klár at seta ígongd í 2022, tá Sandoyartunnilin er liðugur. Tað vil siga, at bæði linjuføring, allar neyðugu kanningar av hvør linjuføring er best, og sjálvur fíggingarleisturin má verða púra greiður í góðari tíð áðrenn 2022. Sum framhald av Sandoyartunnlinum má sjálvsagt borast tunnil til Suðuroyar.
Kommunurnar í Suðuroynni eru samdar um, at Suðuroyartunnilin er ein alneyðug íløga í framtíðina í Suðuroynni og mæla Landinum til at seta gongd á verkætlanina beinanvegin.
Facebook viðmerkingar