Hvørjum gagnar staðseting av útbúgving

Vit í Føroya Pedagogfelag fegnast stórliga um, at útbúgving til hjálparfólk á námsfrøðiliga økinum eftir ætlan longu verður klár í januar 2019.


Útbúgvingin kann geva hjálparfólkum ein góðan møguleika at ogna sær fakliga vitan og kanska betra sínar fakligu førleikar.

Gevur útbúgvingin sum námsfrøðiligur atstøðingur eisini atgongd til námsfrøðiligu útbúgvingina á Fróðskaparsetrinum, sum Pedagogfelagið hevur kravt, so verður hendan útbúgvingin helst eitt stórt stig á leiðini at loysa stóra námsfrøðiliga trotið á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Útbúgving í Suðuroy
í Dag & Viku týskvøldið førir løgmaður brádliga fram í samband við viðgerð av støðuni í Suðuroy, at “tey” halda nýggja útbúgvingin “liggur væl í Suðri”.

Liggur væl fyri hvønn? Hvør hevur gjørt hesa metingina og sambært hvørjum grundarlagi?

Tað er sera harmiligt at slík “politisk” boð longu verða givin um staðseting, tá ein arbeiðsbólkur fyrst nýligani er settur at arbeiða við útbúgvingini. Pedagogfelagið hevur ikki frætt at hesin arbeiðsbólkur er komin á mál, og hava ikki fingið uppskot til hoyringar.

Í samband við sáttmálasamráðingarnar, sum løgmaður eisini nevnir í samrøðuni í D&V, vóru krøv sett til námsfrøðiligu atstøðisútbúgvingina:
• útbúgvingin gevur atgongd til víðari lestur til námsfrøðing, um evnini eru til tað.
• útbúgvingin err serliga ætla teimum við royndum á námsfrøðiliga økinum.
• útbúgvingin er atkomulig hjá hjálparfólkum runt um í landinum.

Royndu hjálparfólkini vilja nema sær eina útbúgving innan fakøkið. Tað er eitt greitt ynski. Fleiri teirra eru vaksin fólk við familju, sum hava sett búgv. Og tey búgva kring alt landið. Tað vildi tí verið sera møtimikið at rykt upp við rót og flutt alla familjuna til Suðuroy, ella til onkran annan útjaðara í Føroyum.

Limir í Pedagogfelagnum hava viðmerkt síðani tíðindasendingina, at um útbúgvingin liggur í einum útjaðara, so er tað líka lætt – um ikki lættari – at flyta til Danmarkar at nema sær útbúgving. Har eru enntá betri stuðulsmøguleikar.

Vit eru fullgreið yvir at Suðuroy hevur nakrar serligar avbjóðingar og tað uttan iva hevði verið til stóran gagn fyri oynna at fingið fleiri almenn arbeiðspláss, enn sum nú er – tó nýtist hetta ikki knýtast beinleiðis við semjuna millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Pedagogfelagið um at virka fyri eini atstøðis-útbúgving til hjálparfólk.

Skal útbúgvingin verða ein møguleiki fyri øll roynd hjálparfólk í Føroyum, so eigur politiski myndugleikin at kanna nærri hvør málbólkur kann væntast at vilja taka útbúgvingina, og tá grundgeva fyri staðseting, áðrenn staðsetingin gerst endaligur veruleiki.

Ein annar møguleiki kundi til dømis verið at nýta verandi námsfrøðiligu útbúgvingarførleikarnar á Fróðskaparsetrinum til atstøðisútbúgvingina, so atkomuligheitin er meira jøvn fyri øll í landinum, og fakliga knýti til fullu námsfrøðisútbúgvingina gerst ein meira natúrlig yvirgongd.

Jógvan Philbrow,
formaður

Facebook viðmerkingar