Tvøroyrar býráð hevur í eina tíð arbeitt við eini tilgongd um at menna ferðavinnuna í kommununi.
Ein partur av tilgongdini hevur verið at gera ein ferðavinnupolitikk fyri at kunna leggja støði undir raðfestingum og átøkum næstu árini. Býráðið samtykti ferðavinnupolitikkin á býráðsfundi 14. juni.
Týsdagin 19. juni leggur býráðið ferðavinnupolitikkin fram fyri borgarum og vinnulívi í kommununi. Á fundinum verður eisini greitt frá ætlaðu tilgongdini, sum er at skipa fyri tiltøkum og menningartilboðum fyri ferðavinnuveitarum – bæði teimum sum eru og teimum, ið kundu hugsað sær at byrja virksemi innanferðavinnu.
Fundurin verður í skúlagarðinum í Trongisvági týsdagin 19. juni kl. 19.00. Skráin er hendan:
3. Spurningar og viðmerkingar
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Vit vóna góða undirtøku fyri fundinum, har høvi eisini verður at seta spurningar, siga sína hugsan og koma við íkasti til arbeiðið.
Facebook viðmerkingar