Námsfrøðingar til Dagstovnin Brosið í Hvalba

Hvalbiar kommuna søkir eftir 7 námsfrøðingum til dagstovnin í Hvalba.

Vit sóknast eftir
5 námsfrøðingum at starvast 30 tímar um vikuna.
2 námsfrøðingum at starvast umleið 25 tímar um vikuna.

Størvini verða sett frá 1. august 2018 ella eftir nærri avtalu.
Um skikkaðir námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Okkum tørvar námsfrøðingar, sum kunnu leggja til rættis, útinna í verki, skjalprógva og eftirmeta námsfrøðiliga arbeiðið. Vera kveikjandi, vegleiðandi og kunna samskifta á ymiskum støði. Gera námsfrøðiliga arbeiðsætlan saman við øðrum starvsfólkum.

Vit vænta at
• tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd
• tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni.
• tú kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og fjølbroyttan gerandisdag
• tú ert tolin og nærverandi

Vit kunnu bjóða
Eitt starv í einum nýggjum stovni, har innan- og uttandura umstøðurnar geva børnunum góðar møguleikar fyri stimbran og menning. Dagstovnurin er í einum náttúru vøkrum umhvørvi, tætt við skúla, fótbóltsvøll og fjøruna.
Eitt umráðandi og spennandi starv, har tú kanst verða við til at mynda og seta dám á virksemið á stovninum.

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Størvini innibera, at tú eftir tørvi kann hjálpa til á øðrum stovum og at tú tolir broytingar í starvinum.
Umsókn saman við revsiváttan, møguligum viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera Hvalbiar kommunu í hendi í seinasta lagi hósdagin 12. juli 2018 kl. 12.00.

Hvalbiar kommuna
Bíarvegur 2
FO-850 Hvalba
ella til: hvalba@hvalba.fo
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Siri Næs Olsen, stovnsleiðara á tlf. 237580

Facebook viðmerkingar