Tryggari at leiga bústaðin út til ferðafólk

Leigar tú bústaðin út til ferðafólk gjøgnum eitt nú Airbnb, kunningarstovur ella ferðaskrivstovur, so ber nú til at fáa endurgjald, um okkurt verður stolið, ella um skaði kemur á bústaðin. Nýggja tryggingin hjá Trygd er snikkað serliga til teirra, ið leiga út til ferðafólk í styttri tíðarskeið.

Nú er summar og harvið eisini høvuðstíð fyri ferðafólk, sum í alsamt størri mun leita sær til Føroya. Seinnu árini er tað vorðið rættiliga vanligt, at føroyingar leiga hús, summarhús og íbúðir út til ferðafólk, sum koma henda vegin. Í Trygd hava tey eisini lagt til merkis, at útleiguportalar, sum t. d. Airbnb, eru vorðnir væl umtóktir millum føroyingar. Tí hevur Trygd nú ment eina nýggja trygging, Vistartrygd, sum kann gera tað lættari og sorgleysari at leiga bústaðin út.

Tørvur á tryggari viðurskiftum
”Vit hava fingið rættiliga nógvar fyrispurningar frá fólki, sum hava ivast í, hvussu tey eru tryggjað, um leigarar t. d. gera skaða á innbúgv ella stjala úr bústaðnum.

Vanligu sethúsa- og innbúgvstryggingarnar geva nevniliga ikki endurgjald í slíkum støðum, og vit vita, at hetta hevur elvt til ein ávísan ótryggleika hjá teimum, sum umhugsa at leiga bústaðin út,” sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd.

Vanligu tryggingarnar veita ikki endurgjald, um útleigarin hevur givið leigaranum atgongd til sín bústað. Við nýggju tryggingini vónar Trygd tí at kunna hjálpa teimum, sum hava í hyggju at leiga út á ein tryggan hátt.

”Omanfyri 300 føroyskir bústaðir eru í dag skrásettir á Airbnb, og alt bendir á, at útleiga av privatum húsum, íbúðum og summarhúsum til ferðafólk er eitt fyribrigdi, ið vindur upp á seg. Tí halda vit grundarlagið fyri nýggju tryggingini vera gott, og vit eru fegin um at kunna geva føroyingum møguleikan at tekna hesa trygging, sum er hin einasta av sínum slagi í Føroyum,” sigur Brian Smedemark.

Góð ráð
Hóast tað nú ber til at tryggja bústaðin enn betur enn áður, mæla tey í Trygd fólki til eisini at fylgja hesum ráðum, tá ið leigað verður út til ferðafólk:
– Goym virðismiklar lutir og annað, ið hevur kensluvirði.
– Ger altíð skrivligar leiguavtalur. Á henda hátt kann avtalan altíð skjalprógvast, um møguligar ósemjur stinga seg upp.
– Leiga bert bústaðin út umvegis álítandi portalar.
– Tað kann vera eitt gott hugskot at taka eitt depositum fyri leigumálið.

Facebook viðmerkingar