Vágs kommuna: Ein afturvendandi táttur hjá Vágs kommunu fyrstu vikurnar í summarfrítíðini er at geva ungum møguleikan at fáa nakrar arbeiðsroyndir, loysa nakrar uppgávur í kommununi, og á tann hátt vinna sær nakrar krónur.
Aftur í ár hava tey ungu í arbeiði, tey sum eru frá 14 til 17 ár, gjørt eitt megnararbeiði.
Tey hava m.a. lúka, grava burtur ókrút, fríðkað um gøtur, mála ymsastaðni í kommununi, gjørt nýtt fríøkið í viðarlundini / Plantaguni og so framvegis.
Fleiri myndir eru á heimasíðuni hjá Vágs kommunu, www.vagur.fo
Facebook viðmerkingar