Vágs kommuna: Um miðjan juni fylti Poul Olsen í Vági 100 ár. Poul er, hóast høga aldurin, sera væl fyri. Og í vikuni sendi hann boð eftir borgarstjóranum, tí hann hevði eina gávu til Vágs kommunu.
Poul vildi lata eitt størri leksikon, Nordisk Konservations Leksikon, frá 1950 til Vágs kommunu. Poul segði seg verða greiðan um, at telda og internet í dag hevði yvirtikið leksikons-funktiónina, men helt at hetta leksikon, sum er í 14 bindum, kundi fáa gleði fyri onkran hóast alt, nú hann sjálvur ikki brúkti leksioni longur.
Dennis Holm, borgarstjóri, takkaði Poul hjartaliga fyri gávuna.
Facebook viðmerkingar