Løgið sum Fólkaflokkurin brúkar alla orkuna uppá, at karaktermyrða tey vinnulívsfólk kring landið, sum hava fingið lut í menningarkvotunum.
Meini so við, eftirspurningurin eftir menningarkvotum er fleiri ferð størri enn útboðið. Hetta átti at sagt so mikið sum, at tað eru so nógv, sum hava førleika og vitan, um hvussu vit kunnu fáa meira burturúr okkara tilfeingið. Tað eru so nógv potentiell vinnulívsfólk kring alt landið, sum bara ikki koma í gongd, tí tey antin ikki hava atgongd til tilfeingið ella ikka hava fíggjarliga orku til hetta. Og atgongdin er vorðin verri og verri seinastu árini, tí politikkurin hevur verið, at fiskivinnan skuldi miðsavnast meira og meira og koma á færri og færri hendur.
Men Fólkaflokkurin sigur, at hesin viljin og dirvið hjá einstaklingum kring landið skal gerat til onki í føðingini. Hví? Tí tey taka frá teimum fáu stóru.
Og nú hesi royna seg við einum lítlum parti av tí, sum tey stóru fáa, so brúkar Fólkaflokkurin orku uppá at karaktermyrða hesi, sum hava fingið ein brøkpart. Óansæð, um hesi, hava rættað politiska litin ella ikki. Er talan um fólkafloksfólk, sum hava fingið lut í menningarkvotunum, so er problemið sambært Fólkaflokkinum, at onkur annar í familjuni ikki er fólkafloksfólk.
Skipanin við menningarkvotum er ikki lýtaleys, gamaní, og har er óivað nakað, sum kann rættast inn. Øll byrjan er trupul, Men høvdu fólkavald fólkafloksfólk og leiðslan í flokkinum duga at fari eftir skipanini og víst á, hvat har kann gerast betur, heldur enn at niðurgera fólk í metingarnevndini, og karaktermyrða tey, sum hava fingið játtað menningarkvotu, so var nógv vunnið.
Og fyri alt tað, so eru 6 ymisk fólk í metingarnevndini, og talan var um eina samda nevnd.
Men, men, so leingi Fólkaflokkurin er frustreraður, og so leingi, tey velja at brúka orkuna uppá at karaktermyrða og niðurgera tey, sum vilja royna seg í vinnulívinum, so gerast vit onnur bara meira og meira sannførd um, at samgongan er ein samgonga fyri vinnulívið, meðan Fólkaflokkurin er ein fámannaflokkur, sum fyri samfelagið ger best við at verða í andstøðu!
Annita Á Fríðriksmørk, tingkvinna fyri Tjóðveldi.
Facebook viðmerkingar