Tórsdagin verður kunning í Vági um hægri fjarlestur á Glasi

Um nóg nógv tekna seg, fara Glasir og Fjarlestrardepilin í Vági at kunna um møguleikar fyri hægri lestri í vetur. Tiltakið verður á Fjarlestrardepilinum tórskvøldið 23. august kl. 19,30 Tiltakið er sjálvandi ókeypis.

Glasir tekur lesandi upp til tvær fulltíðar útbúgvingar í heyst. Hesar eru Fíggjarbúskapur og Byggifrøði. Harafturat eru hesar parttíðar útbúgvingar á skránni í heyst: HD 1. og 2. partur, Akademiútbúgving innan leiðslu, marknaðarføring og búskap, og at enda, Diplomútbúgving innan leiðslu.

Fulltíðar útbúgvingar á Glasi eru útbúgvingar, har tann lesandi brúkar umleið 40 tímar um vikuna til útbúgvingina, har undirvíst verður um dagin. Útbúgvingarnar geva 60 ECTS um árið og taka vanliga 2 ár, íroknað er praktikk og høvuðsuppgávu. Útbúgvingarnar geva rætt til lestrarstuðul.

Parttíðar útbúgvingar á Glasi eru ymiskar í longd ov vavi, men felags fyri hesar er, at tann lesandi arbeiðir fulla tíð, umframt lesturin. Undirvíst verður um kvøldið ella í vikuskiftum. Vanligt er at taka millum 20 og 30 ECTS um árið. Útbúgvingarnar kosta og geva ikki rætt til stuðul. Hinvegin er tað ofta arbeiðsplássið hjá tí lesandi, sum fíggjar lesturin.

Fyri tey, sum velja hægri fjarlestur, verður gjørd ein serlig ætlan, sum kann býtast upp í trý.

I) Lesandi koma til Havnar at fylgja “týðandi” undirvísing (1-2 ferð um vikuna).

II) Lesandi kunnu stroyma fyrilestrar.

III) Lesandi arbeiða við verkætlanum og uppgávum á staðnum (bæði einsæris og í bólki) og samskifta við undirvísarar gjøgnum ráðstevnur og teldupost.

Glasir og Fjarlestrardepilin ynskja at tilboðið skal vera galdandi fyri allar tær nevndu útbúgvingarnar, treytað av at nóg nógv søkja.

Nær og hvussu søkjast kann inn á útbúgvingarnar, verður greitt frá á tiltakinum 23. august, kl. 19,30 á Fjarlestrardepilinum í Vági.

Um tú ynskir at luttaka á hesum tiltakinum, ert tú vælkomin at teknað teg her:

https://goo.gl/forms/prksugnOabKwoIXv2

Tú kanst eisini tekna teg, við at senda teldupost til Fjarlestrardepilin og boða frá luttøku. Tað ber sjálvandi eisini til at møta, uttan at teknað seg, men tá er vandi fyri at tiltakið verður avlýst.

Við vón um góða undirtøku fyri tiltakinum

Fjarlestrardepilin og Glasir

Facebook viðmerkingar