Seinasta stóra tónleika tiltakið í summar verður komandi leygardag 18. aug. á Tvøroyri.
Leygarkvøldið kemur super bólkurin úr Svøríki, BLACK INGVARS, til Føroyar.
Black Ingvars er ein av heilt kendu bólkunum í norðurlondum.
Hetta er eitt einastandandi høvi at uppliva ein av bestu Live bólkunum í norðurlondum.
Teirra framførðslur eru kendar fyri at vera sera lívligar, stuttligar og ikki minst minniligar.
Kendasti bólkurin úr suðuroynni ASYLLEX hita upp til stora brakið, saman við upcoming rockbólkinum SPEROL, sum nýðliga hava gjørt sáttmála í USA.
Fremsti DJ-in í Føroyum DJ HUSTLER verður eisini við.
Lagt er upp til eitt ordans endabrak leygarkvøldið á Tvøroyri.
Smyril siglir og bussar koyra til og frá.
Atgongumerkir kunnu keypast á atgongumerki.fo
Facebook viðmerkingar