Slepp tær til heiti fani

Tíðindaskriv: Í dag, hósdagin 23. august, er eitt heldur sjáldsamt tekstasavn komið út. Tað er Høgni Mohr, rithøvundur, tíðindamaður og atfinnari, ið hevur savnað 16 tekstir um líkt og ólíkt í bók. Astrid Andreasen hevur hegnisliga myndprýtt savnið.

Sjálv bókin er væl úr hondum greidd og minnir eina mest um eina átrúnaðarliga lestrarbók, og helst er tað tilvitað.

Ímillum permurnar er eitt satt fýrverk av teksti og tankum. Bergsøgin, á ytstu egg til tað fúla, ferðast hann húsvandur, við sínum fantastiska frásøgukynstri.

Fólk og hendingar, ið vit øll kenna aftur, verða úrlatin og sett í perspektiv á ein hátt, so lesarin næstan tivar av møði, tá lættlisni teksturin er av.

Bókin er eitt must fyri facebook-brúkarar, tí tekstirnir eru so fastir og samansjóaðir, at fleiri helst kunnu læra av skrivikynstrinum.

Bókin, ið ikki er fyri sartar sálir, er innbundin, 255 blaðsíður og kostar 300 krónur.

 

 

Facebook viðmerkingar