Í vikuni kunngjørdi Bakkafrost hálvársúrslitið fyri 2018 og kunnaði samstundis um ætlaninar, sum eru fyri framman.
Fyri Suðuroynna er talan um sera spennandi tíðindi, tí Bakkafrost hevur ætlanir um at gera íløgur fyri 500 milliónir kr. í Suðuroynni komandi árini.
Talan er um íløgu í nýggja smoltstøð, har byrjað verður at byggja tíðliga í 2019. Stórar útbyggingar í alingini á sjógv. Og ikki minst, so er nýtt kryvjivirkið gjørt í Vági, sum verður klárt til at taka ímóti laksi í september.
Regin Jacobsen, stjóri, í Bakkafrost greiddi í KVF frá, at útbyggingarnar hjá Bakkafrost fara at føra við sær, at Bakkafrost fer at hava 100 fulltíðarstørv í Suðuroynni og fer at hava eina framleiðslu av 10-15.000 tons av laksi um árið.
Í Suðuroynni taka vit væl ímóti økta virkseminum hjá Bakkafrost.
Íløgurnar hjá Bakkafrost hava longu ført við sær økt virksemi í Suðuroynni, hetta er eisini sjón fyri søgn nú arbeitt verður við at gera kryvjivirkið hjá Bakkafrost í Vági klárt til framleiðslu í september.
Smolt er tíðliga í summar sett út á Vágsfirði og eisini á Hovsfirði, har onki virksemi hevur verið í út við 1 ár, tí ongin loyvishavari var í Hovi. Komandi ár eru eisini ætlanir um at ala á Hvalba. Og við størri nøgdir av laksi á firðunum í Suðuroynni verður meiri virksemi á aliøkjunum og fleiri størv. Økta nøgdin av laksi fer eisini at føra við sær støðugari arbeiði á kryvjivirkinum í Vági.
Bakkafrost fer eisini komandi ár undir stóra smoltstøð í Suðuroynni, sum í byggitíðarskeiðinum fer at skapa nógv virksemi. Og tá smoltstøðin er liðug og tikin í nýtslu, verða eisini fleiri ársverk á smolstøðini í støðugum arbeiði.
Í Suðuroynni gleðast okur um sera positivu tíðindini frá Bakkafrost og taka væl ímóti øktum virksemi, fleiri størvum og støðugari arbeiði, sum bæði fer at gagna fólki, fyritøkum og kommunum í oynni.
Okur ynskja Bakkafrost vælkomnum til Suðuroyar og ynskja teimum bestu eydnu við spennandi ætlanunum í Suðuroynni.
Dennis Holm, borgarstjóri
Vágs kommuna
Facebook viðmerkingar