Suðringar vunnu aftur í Gøtu

Fyri aðru ferð í ár vunnu Suðringar í Gøtu, tá teir tórskvøldið vunnu 2-0 á Víkingi.

Suðringar reistu seg sostatt eftir trupla útidystin og 0-4 tap ímóti HB.

Dánjal Godtfred legði Suðringar á odda 1-0 stutt áðrenn hálvleik. Og 10 minuttir áðrenn vanliga leiktíðin var farin, skoraði Dennis Nielsen til 2-0.

2-0 sigurin ímóti Víkingi førir við sær, at Suðringar nú eru á 18 stigum, 8 stig fleiri enn 07 Vestur, hartil eru tað bara 1 stig upp til Skála á 7. plássinum og 1 stig upp til EB/Streym á 6. plássinum.

Í næsta umfari skulu Suðringar til Eiðis ímóti EB/Streymi.

 

Nr.
Lið
D
V
JT
Mál
S
1.HB20171242-14 (+28)52
2.20142437-14 (+23)44
3.NSÍ20113444-15 (+29)42
4.Víkingur20112732-25 (+7)35
5.B3619104538-25 (+13)34
6.EB/Streymur2047920-32 (-12)19
7.SKÁLA20531117-30 (-13)19
8.SUÐRINGAR20531219-33 (-14)18
9.07 Vestur19311519-47 (-28)10
10.AB2023159-43 (-32)9

Facebook viðmerkingar