Fyrrapartin hevur Rørslufelagið Hvistan skipað fyri stórum heilsutiltaki fyri næmingar úr fólkaskúlunum í Suðuroynni. Útvið 600 næmingar hava fyrra partin tikið lut í tiltakinum, sum varð skipað í Marghøllini, uttanfyri Páls Høll og á Eiðinum í Vági.
Tá tiltakið endaði kl. 13 fór smílandi næmingar og lærarar aftur til húsa eftir ein sera góðan dag í goðveðrinum í Vági.
Fyriskipararnir lata eisini sera væl at stóra heilsutiltakinum og siga, at hetta heilt víst verður endurtikið komandi ár.
Heilsutiltakið heldur áfram seinna partin við hesari skrá.
15.30 BETRI Heilsa:
– 15.30 Tónleikur, vatn, kaffi og gott til góman.
– 16.00 Hvussu er tín heilsustøða:
blóðtrýst, bmi, vekt,
– 16.10 Spøl í Marghøllini fyri børn
– 16.10 Gongutúrur
– 17.00 Fyrilestrar: Henrik Duer í auluni í Vágs skúla
– 18.00 Venjingartími á vøllinum í Marghøllini: rygg, búk, lendar…
– 19.00 Introtími til Aqua fitness í Pálshøll
– 19.00 Rennitúrur í sera lágum tempo, frá Marghøllini
– 19.00 Súkklutúrur, bæði fyri roynd og óroynd. Súkkla og hjálmur krevst.
– 19-22.00 Kvøldaropið í Pálshøll *) Sauna *) Heitir pottar *) Dampbað
Facebook viðmerkingar