Tvøroyrar kommuna søkir eftir hjálparfólki til starv í ungdómshúsinum Pakkhús 4.
Talan er um fast starv.
Um starvið
Ungdómshúsið er eitt frítíðartilboð hjá Tvøroyrar Kommunu.
Pakkhús 4 er opið mánadag, týsdag frá kl 13:00 – 18:00 og 19:00 – 23:00.
Ónsdag verður opið seinnapart frá 14:00 – 18:00.
Tórsdag er opið frá 14:00 – 18:00 og 19:00 – 23:00
Í tíðini frá 13:00 – 18:00 eru tað ung frá 3. flokki til 7. flokk, og um kvøldið eru tað tey eldru frá 7. flokki upp til 18 ár.
Hvør eru vit:
Pakkhús 4 er staðið har børn og ung koma av áhuga. Her sleppa tey at taka ábyrgd og vera ein aktivur partur av virkseminum. Í hugnaligum umhvørvi hittast tey til prát, spøl, kunnu keypa sær okkurt gott at eta, slappa av og bara vera. Tey fáa møguleika at takast við ymiskt handaligt, tónlistarligt, luttaka í skeiðvirksemi, verkætlanum o.s.fr
Vit sóknast eftir fólkið, sum:
- Kann arbeiða sjálvstøðugt og taka initiativ
- Duga at samstarva, taka ábyrgd og verða fyrikomandi
- Verða við til at skapa eitt hugnaligt umhvørvi
- Verða jaligur og duga at samskipa ymisk tiltøk
- Gera ymiskt handaligt við teimum ungu
- Hava góðar eginleikar at samskifta
- Møta teimum ungu har tey eru
- Duga at lofta teirra hugskotum og seta tey í verk
Gerandisdagur í Pakkhús 4
Taka væl ímóti børnum og ungum tá ungdómshúsið letur upp
- Skapa karmar og relatiónir í gera at tey ungu og børnini føla seg væl
- Práta, spæla og stimbra brúkarnir í at nýta sítt hugflog
- Seta í gongd og stuðla undir á kreativa økinum
- Gera eitt lætt ábit har tey ungu og børnini hjálpa til
Løn og setanartreytir:
Arbeiðið í Pakkhús 4 er ásett til 30 tímar um vikuna, og er lønt eftir sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.
Starvið verđur sett sum skjótast.
Umsókn saman við CV skal sendast til:
Tvøroyrar Kommunu
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 7 september 2018, kl 1200.
Eru spurningar eru tit vælkomin at ringja til leiðaran í Pakkhús 4, Pól Arna Holm, á telefon 28 18 85
Facebook viðmerkingar