Talið av ferðandi, sum ferðast um Suðuroyarfjørð er økt ár um ár og setur met mánað um mánað.
Stóra talið av ferðandi ger eisini, at tað oftari enn fyrr standa bilar eftir á Krambatanga og á keiini í Havn.
Tá Smyril seinnapartin fór av Krambatanga, stóðu eini 20 bilar og ein stórur krani hjá Løvebeton eftir á keini, tí pláss var ikki fyri teimum umborð á Smyrli.
Fyrr var tað ikki óvanligt, at bilar stóðu eftir á Krambatanga og í Havn uppundir t.d. jólahøgtíðina ella páskini, men nú er tað oftari og oftari, at bilar standa eftir.
Væntandi er eisini, at nøgdin av farmi, sum verður flutt við Smyrli fer at økjast, tá Varðin Pelagic fer ígongd aftur og tá virksemi byrjar á nýggja kryvjivirkinum hjá Bakkafrost í Vági – og hetta fer so aftur at ávirka hvussu nógvir bilar sleppa við Smyrli um Suðuroyarfjørð.
Facebook viðmerkingar