Í farnu viku varð farið undir at rudda økið eystanfyri Marghøllina, soleiðis at Bakkafrost kann fara undir at gera stórar aliringar á økinum.
Bakkafrost hevur í vár og í summar sett út smolt fyrst á Vágsfjørði og síðani á Hovsfjørði. Sum er ganga smoltini í “vanligum” aliringum, men nú skulu nógv størri aliringar gerast og leggjast á firðirnar í Suðuroynni.
Talan er um aliringar, sum eru 200 metrar í ummát og 63 metrar í tvørmát. Bakkafrost hevur higartil havt eitt økið á Oyrunum í Vági til at gera aliringar, men hetta økið er ov lítið til stóru aliringarnar, tí verður flutt á økið eystanfyri Marghøllina.
Í morgun kom Hav Nordic á Vág við tilfari til aliringarnar. Sum tað sæst á myndunum niðanfyri, so er talan um stórt og tungt tilfar og var eisini neyðugt við stórum krana fyri at lossa skipið.
Í komandi viku verður farið undir at fyrireika at gera stóru aliringarnar.
Facebook viðmerkingar