Tilkoyringsvegurin til nýggja Hvalbiartunnilin tekur skap í lendinum inn gjøgnum dalin í Hvalba. Tilkoyringarvegirnir verða tilsamans 3,3 kilometrar. Umleið 2,3 kilometrar hvalbiarmegin og 1,0 kilometur trongisvágsmegin.
Nýggi Hvalbiartunnilin verður umleið 2,5 kilometrar langur og fer at ganga frá Niðastabotni í Hvalba til Gjánhamar í Trongdisvági .
Greinin heldur áfram undir myndini
Tunnilsmunnarnir fara at liggja í ávikavist 70 metra hædd móti Hvalba og umleið 100 metrar móti Trongisvági.
Sambært verklagslógini eru byggiútreiðslunar ásettar til í mesta lagi 272 mió. krónur.
Verandi Hvalbiartunnil var sum tann fyrsti og harvið elsti tunnilin í landinum liðugur í 1963. Síðani eru nakrar dagføringar gjørdar, men tunnilin er lágur og einbreytaður. Farleiðin liggur høgt, og vegurin er bæði smalur og brattur.
Tað er BKE sum ger tilkoyringsvegin til nýggja Hvalbiartunnilin, og eftir ætlan verður farið undir at bora tunnilin tíðliga í 2019.
Facebook viðmerkingar