Sølufólk til P/F Varðan Pelagic

Søkt verður eftir einum sølufólki (m/k) til P/F Varðan Pelagic, ið virkar á altjóða marknaðinum innan sølu av fiskavørum. Sum sølufólk skalt tú saman við hinum sølufólkunum og í tøttum samstarvi við framleiðsludeildina finna skilabestu samansetingina og søluna av vørunum, sum Varðin Pelagic framleiðir.


Arbeiðsuppgávurnar
• Sølu av fiskavørum á altjóða marknaðinum
• Uppfylging av sølum
• Kundarøkt og kundavitjanir innan- og uttanlands
• Fyrireiking og luttøka á sølumessum innan- og uttanlands
• Aðrar uppgávur

Sølufólk hava tilvísing til søluleiðaran á Varðanum Pelagic og verður partur av søludeildini.

Førleikakrøv
Tú hevur viðkomandi útbúgving innan sølu og marknaðarføring. Harumframt er tað ein fyrimunur, um tú hevur gott innlit í fiskivinnuna og hevur starvsroyndir innan sølu.

Sum persónur ert tú tænastusinnaður, hevur góð samstarvsevni, ert struktureraður og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú hevur góð samskiftisevni, ert málsliga stinnur í bæði skrivligum og munnligum enskum, føroyskum og skandinaviskum og hevur telduførleikar á hóskandi støði. Tú ert fleksibul og um neyðugt til reiðar at avgreiða uppgávurnar uttanfyri vanliga arbeiðstíð og í vikuskiftum.

Starvsbyrjan
Talan er um fulltíðarstarv við starvsbyrjan skjótast gjørligt.

Løn og setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti annars verða ásett eftir nærri avtalu við leiðsluna.

Arbeiðsstaðurin
Arbeiðsstaðurin er á skrivstovuni hjá P/F Varðin Pelagic á Tvøroyri, og tí er neyðugt, at viðkomandi býr í Suðuroynni.

Umsókn
Umsókn við avritum av prógvum, CV, møguligum viðmælum og viðkomandi skjølum annars skal sendast til hr@vardin.fo

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 7. september 2018

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Boga Johannesen, søluleiðara, á tel. 29 16 81 ella bojo@vardin.fo

Um P/F Varðan Pelagic
P/F Varðin Pelagic varð stovnað á Tvøroyri í 2012, og fyritøkan er partur av P/F Varðin.

Talan er um eina 100 % føroyska fyritøku, ið er skipað við vertikalari integratión og arbeiðir burðardygt. Samtakið hevur nýggj skip, ið fiska effektivt. Málið er, at fyrsta floks vøra skal verða veitt øllum kundum. Tøknin er nýggj, og alt er so automatiskt, sum til ber.

Hetta er alt fyri, at P/F Varðin Pelagic er eitt altjóða kappingarført virki bæði í dygd og í prísi.

Facebook viðmerkingar