Skúlafótbóltur – nýggj fótbóltskapping í Føroyum

Í heyst verður farið undir nýggja spennandi fótbóltskapping í Føroyum, tá tað á fyrsta sinni verður skipað fyri kappingini Skúlafótbóltur.

Skúlafótbóltur er ein afturvendandi fótbóltskapping, sum verður skipað í Vági hvørt ár í heyst-, vetrar- og várhálvuni.

Kappingin verður skipað í framúr góðu umstøðunum til fótbólt í Marghøllini í Vági – og allir fólkaskúlar og miðnámsskúlar í landinum eru vælkomnir til Skúlafótbólt í Vági.

Skúlafótbóltur hevur fokus á tað sosiala, á heilsu, á rørslu og á at fótbóltur er fyri øll. Umframt at talan er um ein fótbóltskapping, so er tað eisini ein týðandi partur av Skúlafótbólti, at talan verður um nakrar stuttligar og spennandi dagar saman við floksfelagum í egnum skúla, og floksfelagum á sama árgangi úr øðrum skúlum.

Skúlafótbóltur er, sum nevnt fyri árgangirnar frá 1. til og við 9. flokk, umframt 10. flokk og  miðnámsskúlarnir kring landið. Spælt verður bæði í dreingja- og gentuliðum, og í blandaðum liðum við dreingjum og gentum.

Liðini skulu sum útgangspunkt ein dag til Vágs, har lið norðanfjørðs sleppa suður um morgunin og norðuraftur seinnapartin. Ymisku árgangirnar skulu til Vágs at spæla ymisk tíðspunkt og kunnað verður um hetta á heimasíðuni.

Liðini, sum vinna seg víðari til finaluumfar, skulu spæla á stórum felags finaludegi í Vági fyrst í mai 2019.

Tað er ókeypis at luttaka í Skúlafótbólti.

Tilmelding til Skúlafótbólt fer fram á heimasíðuni www.skulafotboltur.fo, har øll kunning um kappingina, kappingarleist og -reglur eisini er at finna.

 

Skúlafótbóltur er fyriskipaður av einum samstarvi millum FC Suðuroy, Vágs Ítróttarráð, Vágs Skúla og Vágs kommunu.

Facebook viðmerkingar