Hesa komandi vikuna, eru fýra føroyskir borðtennisspælarar í spanska býnum Alicante, har teir fara at luttaka í EM í borðtennis.
Tey, sum umboða Føroyar, eru Fróði Fríðason Jensen, Hallur Thorsteinsson, Durita Fríðadóttir Jensen og Sólja HildubergDjurhuus. Venjari er danin Simon Nykjær-Fisher.
Tað er stinn mótstøða, sum bíðar føroyingunum í Spania. Møguliga koma tey at hitta nakrar spælarar av egnum støði, men tey kunnu vænta at møta spælarum úr heimselituni, tí hægststyrkismettu spælararnir í hvørjum bólki plaga vanliga at veraspælarar úr topp 100 í heiminum.
– ”Summir dystir vera meira eitt upplivilsi enn nakað annað, men vit satsa uppá at taka onkrar sigrar ímóti teimum veikaruspælarunum” sigur ein av landsliðsleikarunum, Hallur Thorsteinsson, í tíðindaskrivi frá Borðtennissambandi Føroya.
Næstseinasta vikuskifti vóru teir fýra føroysku spælararnir á venjingarlegu í Danmark. Venjingarnar fóru fram undir leiðslu av landsliðsvenjaranum, danska Simon Nykjær-Fisher. Spælt varð í hølunum hjá Amager BTK, har Fróði Fríðason Jensen og Hallur Thorsteinsson hava sína dagligu gongd.
Við á ferðini í Spania verður eisini formaðurin í Borðtennissambandi Føroya, Andras Nolsøe, sum fer á aðalfundhjá evropeisku borðtennissamgonguni, ETTU. Á skrá er millumannað álvarsmál, sum kann fáa týdning fyri HM- og EM-luttøkunahjá smátjóðum so sum Føroyum.
Føroyska ferðalagið hevur verið savnað í Keypmannahavn undanfráferðini. Sjálv EM-kappingin byrjar týsdagin og heldur áfram til sunnudagin. Kappast verður í einmansleiki, tvímansleiki og í blandađum tvímannsleiki.
Facebook viðmerkingar