Glenn Ståhl gevst sum venjari hjá Suðringum

Sudringar.fo Í eina tíð hevur tað verið greitt, at Glenn Ståhl ikki heldur áfram sum venjari hjá Suðringum. Við hesum siga Suðringar farvæl til ein venjara, sum hevur ment bæði liðið og felagið í ár.

Ongin ivi er í, at Suðringar í ár hava flutt seg nógv fótbólts-messiga. Frá einum fótbóltsstíli í fjør, har grundhugsanin var, at liðið skuldi stríðast, heldur enn at spæla fótbólt. -Eru Suðringar í dag eitt lið, sum fyrst og fremst roynir at spæla fótbólt, roynir at spæla álopsfótbólt og vælskipaðan fótbólt.

Hesa broytingina eigur Glenn alla æruna av og hevur hetta eisini verið til gleðið fyri áskoðarar, eins og fyri leikarar og liðið sum heild.

Suðringar hava í ár tikið stig frá øllum liðum, uttan HB (sum okur tó vunnu ímóti í venjingardystum undan kappingarbyrjan). Í steypakappingini varpaðu okur bæði KÍ og Víking út, áðrenn okur í hálvfinaluni taptu ímóti steypavinnarunum úr B36.

Jú, hetta hevur verið eitt spennandi fótbóltsár. Og tað eru framvegis trý umfør eftir at spæla, og er mál okkara sjálvsagt at vinna okkum upp á 6. plássið.

Nú Glenn gevst sum venjari, er eisini greitt, at felagið skal hava nýggjan venjara komandi ár, og er hetta arbeiði longu farið ígongd.

 

Kelda: www.sudringar.fo

 

Facebook viðmerkingar