Fríggjadagin 2. november verður skipa fyri eitt sokalla ítróttarkvøld á Tvøroyri.
Øll ítróttafeløgini í býnum eru saman um hetta tiltak. Endamálið við Ítróttakvøldinum er at savna børn, ung og foreldur teirra til eitt stuttligt, sunt, spennandi og sosialt tiltak, har rørsla, spæl og hugni er í hásæti.
Tiltakið verður í ítróttahøllina í Trongisvági og øki rundan um har.
Ítróttakvøldið byrjar kl. 17:00 og endar kl. 24
Kl 17:00 – 20:00: Úr 5. flokki og yngri
Kl 21:00 – 24:00: Frá 6. flokki og eldri
Nógv spennandi og stuttligt er á skrá hettar kvøldið. Umframt vanligar ítróttargreinar á staðnum sum fótbólt og flogbólt, verður møguligt at royna høvdingabólt, forðabreyt, airtrack, dansur, zumba og ymsar stafettir. Eisini verður borðtennis, har har møguleiki verður at royna seg móti “robottinum” hjá TBF. Til eldru luttakkarnir verður eisini møguleki at fáa venjingar í sjálvverju.
Í kantinuna verður møguleiki at keypa sær buffet hettar kvøldi.
Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.
Facebook viðmerkingar