Fráfaringarhald í Eldrasambýlinum í Vági og á Hamragarði

Týsdagin 6.november 2018 var fráfaringarløta í Eldraambýlinum í Vági fyri Jórun Thomsen og Ingibjørg Joensen báar úr Sumba, ið hava starvast sum heimahjálparar/heilsuhjálparar í eldratænastuni í Suðuroy, og fingu tær gávur og blómur handaðar.

Jórun hevur starvast í 36 ár og Ingibjørg í 22 ár.

Tær gevast nú vegna aldur eftir góða og trúgva tænastu.

(Greinin heldur áfram undir myndini)

Frá vinstru: Daimi Kjærbo úr Hørg, eindarleiðari hjá Bú- og Heimatænastuni, Kaja Nielsen og Anna Djurhuus, leiðari

Onsdagin 7. November var eisini fráfaringarhald á Hamragarði fyri Kaju Nielsenið úr Sumba, ið hevur starvast í køkini og í reingerðini á Hamragarði síðan 2011, tá Hamragarður lat upp.

Kaja fekk blómur og gávur handaðar, nú hon gevst vegna aldur.

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy takkar Jórun, Ingibjørg og Kaju fyri trúgva og góða tænastu innan eldraøkið í Suðuroy.

Viðheftar myndir:

Frá vinstru: Ingibjørg Joensen og Jórun Thomsen

Frá vinstru: Beinta Virgarsdóttir, deildarleiðari á Sambýlinum í Vági, Ingibjørg Joensen, Jórun Thomsen og Anna Djurhuus, leiðari hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy.

Kaja Nielsen

 

Facebook viðmerkingar