Námfrøðingur til Verkstaðið á Bakka í Vági

Á verkstaðnum á Bakka í Vági, verður søkt eftir námsfrøðingi til tíðaravmarkaða setan fyri starvsfólk í barnsburðarfarðloyvi.

Tænastur hjá Almannaverkinum í Trivnaðardeplinum í Suðuroynni eru savnaðar í Eind 11. Í Eindini eru dag- og samdøgurstilboð, sambýlir, vart verkstað, frítíðartilboð, umlættingartilboð og stuðulsfólk.

Borgarar sum fáa tænastu í eind 11, eru børn, ung og vaksin, við ymiskum avbjóðingum innanfyri sálarsjúku, menningartarn, autismu, seinheilaskaða og skerdar arbeiðsførleikar.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. at leggja námsfrøðiliga og praktiska arbeiðið á verkstaðnum til rættis, at skapa karmar fyri einum mennandi arbeiðsumhvørvi, í arbeiðinum at taka støði í einstaka borgaranum, og at leggja arbeiðið til rættis soleiðis, at borgarar kunnu nýta sínar førleikar til fulnar.

Starvsfólkini ráðgeva og vegleiða borgarum at framleiða ymiskar lutir úr træi og gróti, umframt annað handaligt virksemi.

Ein partur av uppgávunum er at veita umsorgan á fakliga høgum støði, at skapa eitt umhvørvi, har sosial samvera, tryggleiki og lívsvirði eru í hásæti og at finna aktivitetir, sum kunnu stimbra og menna borgarans samskiftisevni, tilvitsku, og sansir. Menningararbeiðið er somuleiðis ein týdningarmikil partur til at styrkja um førleikar hjá borgarum at møta teimum avbjóðingum, sum lívið bjóðar, í samsvarð við tørv, virðir og normar.

Um starvið
Námsfrøðingur til Verkstaðið á Bakka, sum er staðsett í Vági. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv, fyri námsfrøðing í barnsburðarfarloyvi, 30 tímar um vikuna við setan skjótast gjørligt og til 31.desember 2019. Arbeiðstíðirnar eru gerandisdagar í dagtímunum.

Førleikar
Útbúgving sum Námsfrøðingur. Um námsfrøðingur ikki søkir, kann starvið verða sett tíðaravmarkað við hjálparfólki.

Væntanir
Væntað verður, at tú hevur eina jaliga menniskjafatan, at tú við viðurkennandi atburði fært borgaran at kenna seg virdan, hoyrdan, sæddan og tiknan í álvara, og at tú ert opin fyri nýhugsan og fakligari menning. Tú sært týdningin av góðum samstarvi, tú ert tolin, dugir at læra frá tær, og tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Tú tekur lut í øllum avbjóðingum, dámar at arbeiða sjálvstøðugt og at seta tíni fakligu fingramerkið á arbeiði. Tú ert ágrýtin og hevur hug og hegni til at arbeiða í einum fakligum umhvørvi.

Vit vænta eisini, at tú hevur KT-førleika á brúkarastøði og koyrikort til bil er ein treyt.

Viðkomandi starvsroyndir innan virkisøkið hjá Trivnaðardeplinum kann vera ein fyrimunur.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardepilinum Eind 11. Tann, ið verður settur, má tola broytingar í starvinum, og at starvið kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, ella avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Smyrilsvegur 20, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal: “Umsókn farloyvisstarv á Verkstaðnum á Bakka”.

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 29. november 2018 kl. 12.00.

Nærri upplýsingar um starvið, fáast við at venda sær til Elken Holm, eindarleiðara, á tlf. 297800 ella Selmu Augustinussen, leiðara, á tlf. 297811.

Facebook viðmerkingar